Nón

Tónleikarar rópa varskó
18-01-2021
Okkurt skal gerast nú, um tónleikavinnuni skal vera lív lagað, siga tónleikarar

Verður ikki okkurt gjørt nú, so verður tann blómandi tónleikavinnan bumbað nógv ár aftur í tíðina.

Tað siga Uni Debes og Mikael Blak, sum mánadagin vóru á fundi við landsstýrismannin í vinnumálum og greiddu frá vanlukkuligu støðuni, sum føroyskir tónleikarar eru í beint nú.

Uni Debess og Mikael Blak hava valt tónleikin. Teir fáast burturav við at gera, spæla og framleiða tónleik. Nú eru allar inntøkurnar burtur. Og tí er neyðugt, at onkur traðkar til og hjálpir tónleikavinnuni í tí sváru støðuni, hon er í.

Teir fingu einki lyfti frá politisku skipanini, sum kortini sigur seg skilja støðuna, men teir politisku pakkar, sum higartil eru gjørdir, hava lítið og einki hjálpt.

Her eru ongar ætlanir at veita stuðul, og tað er óforstáiligt, siga Uni Debes og Mikael Blak. Tí vóna vit nú, at okkurt kann gerast, siga teir.

Hoyr alla samrøðuna her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022