Nón

Tilflytarar sleppa ikki at nýta sínar førleikar
08-02-2021
Elisabeth Holm hevur skrivað ph.d-ritgerð um tilflytarar og føroyskt mál

Tað samfelagsmálsliga landslagið í Føroyum broytist við rúkandi ferð.

Hetta er grundarlagið undir ph.d-ritgerð, sum Elisabeth Holm hevur staðið á Heriot-Watt University í Edinburgh. Evnið er "Nýggjar tíðir, nýggir føroysktmæltir borgarar og arbeiðsmarknaðarinklusión".

Eini 2000 fólk í Føroyum eru ikki danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av fólkatalinum. Fyri 25 árum síðan var hetta talið 0,8 prosent. Tað merkir sostatt, at nógv fólk, sum koma til Føroya í dag, duga hvørki føroyskt ella danskt.

Elisabeth hevur kannað tilflytarar - av øðrum uppruna enn norðurlendskum - sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum; hon hevur tosað við 29 fólk, tær flestu kvinnur. Hon hevur kannað, hvussu tað hevur gingist hjá hesum tilflytarum at læra føroyskt, og hvørjar avbjóðingar tey hava at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin at brúka sínar førleikar.

Og tað vísti seg, at tveir triðingar av teimum, sum hon tilvildarliga tosaði við, høvdu hægri útbúgvingar, sum tey ikki sleppa at brúka.

Tey flestu hildu tað vera øgiliga keðiligt, tey kenna seg stagnerað á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí hóast tey royna - fleiri av teimum, sum eg havi tosað við hava søkt nógv størv - so fáa tey einki. Antin hoyra tey einki frá arbeiðsgevaranum, ella fáa tey noktandi svar. Orsøkina siga arbeiðsgevararnir vera, at tey duga ikki nógv væl føroyskt - ella duga tey ikki nóg væl danskt, sigur Elisabeth Holm.

Elisabeth Holm valdi granskingarevnið, tí hon altíð havt áhuga fyri tilflytarum, og at vit skapa eitt samfelag í Føroyum, har øll eiga málið - og ikki bara tey, sum tosa ideal-málið.

Vit skulu ikki bara hyggja eftir, hvat tey ikki duga, men vit mugu síggja hesi fólkini sum eitt tilfeingi, sigur hon.

Hoyr alla samrøðuna við Elisabeth Holm her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022