- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Vit fáa sjálvandi ikki tvingað nakran, men vit vilja eggja fólkum at taka við teimum ráðunum, sum eru í hesi hondbókini.
Soleiðis sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, sum hevur útgivið Handbók um gøtubygging: Soleiðis leggja vit gøtur.
Seinnu árini eru nógv fleiri farin at síggjast til gongu í fjøllunum - bæði eftir gomlum bygdagøtum og eftir nýggjum leiðum, sum ferðavinnan hevur varpað ljós á. Tað førir summastaðni til slit, og onkrastaðni eru roynir gjørdar at leggja nýggjar gøtur. Við misjøvnum úrsliti.
Neyðugt er at fáa gamla handverkið at gera eina góða hagagøtu framaftur, sigur Visit Faroe Islands.
Hoyrið serfrøðingar seta orð á týdningin at gera góðar hagagøtur, bæði fyri at varðveita náttúruna, men eisini fyri at gera haldgóðar og vakrar gøtur:
Michael Jacobæus, landslagsarkitektur
Magnus Gaard, plantufrøðingur
Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni