- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Heðin Kambsdal veit ikki heilt, hvussu nógvar myndir hann hevur málað, síðan hann byrjaði í 60'unum, men hann veit, hvussu nógvar rullur av lørifti eru nýttar, og tær eru ikki fáar, so tí er niðurstøðan, at hann má hava málað nógvar myndir.
Heðin er útbúgvin urguleikari av konservatoriiunum í Esbjerg, meðan hann er sjálvlærdur innan listamálarayrkið, og hóast bæði fakini eru kreativ, er skott teirra millum, tí tey geva sum so ikki íblástur til hvørt annað.
- Meginparturin av tí tónleiki eg kenni, er sera reglubundin við strongum lógum; bæði soleiðis, sum hann er skrivaður og hvussu hann skal framførast, meðan málningalistin er nakað heilt annað. Har ert tú nógv meira frælsur.
Heðin hevur tó sett sær sjálvum nakrar karmar, tá tað snýr seg um sína egnu list.
- Eg vil síggja hvat tað fyristillar, sum eg máli, og í somáta eri eg bundin, men tá kenni eg meg frælsan.
Í samband við føðingardagin skipaði Ribarhús fyri framsýning av nøkrum av teimum myndunum, sum Heðin hevur málað, og henda framsýning er opin til 27. mars.