Nón

Føroyingar eru stinnir í øðrum málum
22-03-2021
Vit hava ein málfelagsskap í Norðurlondum, sum vit hjúkla um á ymsan hátt, men kenna tey ungu seg sum part av hesum felagsskapi?

Nógvir ungir norðurlendingar siga seg ikki skilja grannamálini nakað serliga væl, meðan nærum øll teirra siga seg skilja væl enskt, so hví ikki bara brúka enskt í staðin, tá vit tosa við hvønn annan?

Milllum annað hendan spurning settu vit Christinu Jensen og Jastrid Dalbø úr áhugafelagnum Føroyamál, nú ein kanning millum ung, sum Norðurlendska Ráðharraráðið hevur gjørt millum ung í Norðurlondum, um teirra málførleikar varð løgd fram. Hon vísir, at flestu norðurlendingar halda danskt vera truplast at skilja, meðan norskt er lættast at skilja.

Føroyingar eru millum tey ungu, ið duga best at skilja hini málini, og tað kemst av hugburðinum, ið føroysku ungu hava til hetta, at læra seg onnur mál, heldur Christina Jensen, ið undirvísir á miðnámi.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022