Nón

Páskir - ein tíð til grundan
31-03-2021
Páskirnar eru kristin høgtíð, men tær rúma eisini fleiri alment menniskjasligum evnum, vísur Róland í Skorini, miðnámsskúlalærari í átrúnaði á.

Vit eru í stilluviku og fyri framman eru skírishósdagur, langafríggjadagur og páskadagarnir. Hetta er tíðin har vit eitt nú rulla og eta páskaregg og kanska taka okkum av løttum saman við familju, vinum og kenningum. Men geva vit okkum veruliga far um týdningin av páskunum, og teir boðskapir hendan tíðin ber í sær?

Páskirnar hjá okkum snúgva seg mest um kristna páskaboðskapin, men fyribrigdi páskir fevnir eisini um alment menniskjaslig evni og boðskapir. Páskalíknandi fyribrigdi finnast í øðrum mentanum og religiónum, og tí kunnu páskirnar og páskaboðskapurin tala til nógv fólk, vísur Róland í Skorini, miðnámsskúlalærara í átrúnaði á.

Lurtið eftir samrøðuni við Róland um páskir í kristnari og breiðari merking. 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022