Nón

"Lat ikki kritikkin steðga tær"
31-03-2021
Marjun Syderbø Kjelnæs er fyri aðru ferð í uppskotið til barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins,

Hósdagin í síðstu viku varð kunngjørt, at Marjun Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ungdómsbókina "Sum rótskot". 

Marjun er millum virknastu rithøvundum í Føroyum, og hevur vunnið fleiri heiðurslønir.

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og skrivaði sína fyrstu stuttsøgu, "Russiskur dansur", í 2000. Eftir at hava fingið 3 ára starvsløn frá Mentannargrunni Landsins í 2009, tók Marjun avgerð um at gerast fulltíðar rithøvundur.

Hon vísur á, at leiðin at gerast rithøvundur hevur verið sera áhugaverd, og sum sjálvlærdur rithøvundur er neyðugt at vilja læra og at leita sær íblástur og hjálp. "Og so er tað týdningarmikið at trúgva uppá egnar førleikar og skrivihátt, eitt nú tá tú fært kritikk", vísur Marjun á. Hon fekk sjálv kritiskt ummæli av sínum fyrsta stuttsøgusavni "Ein farri av kolvetni" frá 2004. Hetta fekk hana ivast í, um hon hevði hug til at geva sínar tekstir alment út .- og harvið eisini leggja teir út til metingar. Men hon helt áfram. "Kritikkur er neyðugur fyri at menna seg sum rithøvundur, men eitt ummæli er bert er ein persónlig meting hjá ummælaranum, og eigur ikki at køva trúnna á egnar førleikar og egnan stíl", sigur Marjun.

Lurtið eftir samrøðuni við Marjuna um tilnevningina og leið hennara sum rithøvundur.

 
 

 

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022