Nón

Nón 15. apríl 2021
15-04-2021
Tónleikakappingin Sement og venjingarumstøður í Havn hjá tónleikarum eru evnini í hesi Nón-sending

Leygardagin verður fyrsta undanumfarið av trimum í tónleikakappingin Sement.

Sement, sum byrjaði í 2010, hevur í stóran mun verið fyri nýggjar tónleikarar ella bólkar, sum ikki hava givið nakað út áður. Men kappingin er broytt eitt sindur gjøgnum tíðina, og seinastu árini hava bæði royndir og óroyndir tónleikarar í øllum aldri kunna tekna seg til kappingina. Einasta treyt er, at bólkarnir ikki hava vunnið kappingina áður.

Tað er fyrsta árið at Reinsaríið skipar fyri Sement, øll hini árini hevur tað verið Margaruinfabrikkin, sum hevur staðið á odda fyri kappingini. Smáar broytingar eru gjørdar, millum annað vinnur ikki bara nummar 1, men eisini nummar 2 og 3 tíð í upptøkuhøli við teknikkara. Kanska tí er luttøkan sera góð í ár - 19 bólkar hava teknað seg til kappingina.

Vit tosa í hesi sendingini við fyriskipararnar av Sement - um kappingina, og um venjingarumstøður í Havn hjá tónleikarum. Eisini práta vit Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge, oddakvinnuna í Brimhvítt, ein av spildurnýggju bólkunum, sum luttaka á Sement, og so fáa vit oman á Margarinfabrikkina. Tí Margarinfabrikkin hevur góðar umstøður til børn og ung at spæla tónleik og hevur ein stóran leiklut í at menna ungar tónleikarar, men seinastu árini eru tónleikaumstøðurnar har broyttar eitt sindur.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022