- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Higartil í ár eru tvey nýggj stakløg hjá Gretu Svabo Bech komin út á nýggja felag hennara Propeller Recordings. Greta gleðir seg til at samstarva við viðurkenda norska útgávufelagið.
Týsdagin var Greta í Nón og greiddi frá lívi sínum, har hon vaks upp í Portugal, Onglandi og Singapore, umframt at hon javnan vitjaði í Føroyum.
Áhugan fyri tónleiki fekk hon tíðliga, og sum trý ára gomul byrjaði hon at júka foreldur síni um at sleppa at spæla violin, tí hon hevði hoyrt hetta ljóðføri í hátalarunum, og helt tað ljóðaði vakurt.
Sum fimm ára gomul fekk hon so sína fyrstu violin, og tað var ein løgin dagur. Hon hevði ongantíð sæð eina violin, og ímyndaði sær, at hetta ljóðføri líktist meira einari saxofon.
Men hon helt seg til violinina, og seinni fór hon so at syngja. Sangurin hevur millum annað vunnið henni eina Grammy-innstilling í USA og tvær FMA-heiðurslønir sum besti kvinnuligi sangari í Føroyum.
Hoyrið samrøðuna við Gretu Svabo Bech her