Nón

Tað krevur dirvi at finna sítt myndamál
23-04-2021
Tað sigur Maria Winther Olsen, sum er fyrsti føroyingur, ið er upptikin á Danska Filmskúlanum sum dokumentarleikstjóri

Maria Winther Olsen hevur fingist við film stóran part av sínum lívið - bæði sum ritstjóri, leikstjóri og samskipari av ymsum filmsverkætlanum.

Og nú sleppur hon at fylgja dreymi sínum í góðum kørmum, tí í síðstu viku slapp hon, sum fyrsti føroyingur, inn á Danska Filmskúlan, sum dokmuentarleikstjóri.

"Tað er ein fantastisk kensla, og eg gleði meg til at hava tíð til at eksperimentera og royna ymiskt. Ein má geva nakað av sær sjálvari fyri at gera góðar og nemandi filmar, og tað krevur dirvi og eitt umhvørvi, har pláss er fyri at royna seg fram", sigur Maria Winther Olsen.

Vit tosa við hana millum annað um, hví hon ger film, hvagar hon fær íblástur, hvussu ein brúkar seg sjálva í filmi, hví hon søkti inn á Filmskúlan og hvat hon vónar og væntar at fáa burturúr.

Lurtið eftir samrøðuni við Mariu.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022