Nón

Nón 6. mai 2021
06-05-2021
Mentanargrunnurin 75 ár. Barnavika við rock-konsert.

Í dag eru 75 ár liðin, síðan Mentanargrunnur Føroya Løgtings, sum hann æt tá, varð stovnsettur, tann 6. mai 1945, á føðingardegi Jóannesar Paturssonar. Nú eitur grunnurin Mentanargrunnur Landsins, og endamálið er stuðla mentan og list, leikum og lærdum.

Nón bjóðar trimum forfólkum - Róa Patursson, Ingun í Skrivarastovu og Poul Guttessen, sum hava stjórnað Mentanargrunninum - á gátt til kransakøku og eitt prát um Mentanargrunnin, sum hevur virkað fyri føroyskari mentan síðan seinna kríggið. Vit spyrja millum annað, hví list skal stuðlast.

Í Norðurlandahúsinum er Barnavika, og har eru fleiri tiltøk á skránni til børn og barnsligar sálir. Vit hitta barnaorkestrið Jassarnar, sum fríggjakvøldið skulu hava rock-konsert í Norðurlandahúsinum, til eitt prát um tónleik og dreymar.

Og so hoyra vit tvey knasandi góð polsk løg.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022