Nón

Mentanargrunnurin 75 ár
06-05-2021
Tíðin er komin at endurskoða mentanargrunnin og alt stuðulsøkið til list, halda oddafólk í Mentanargrunninum

- Hitt almenna hevur stóra skyldu til at tryggja føroyskt mentanarstarv, tí vit rokna hetta at vera eina av lívstreytunum hjá fólki okkara.

Soleiðis skrivaðu 23 tingmenn, tá ið teir í 1946 heittu á Føroya Løgting um at seta Mentanargrunn Føroya Løgtings á stovn. Mentanargrunnurin varð settur á stovn tann 6. mai 1946 og hevur sostatt virkað í samfull 75 ár.

Rói Patursson var formaður fyrstu átta árini í hesi øldini, Ingun í Skrivarastovu var forkvinna síðsta skeiðið, áðrenn Poul Guttesen, sum nú er formaður, tók við. Tey trý viðgjørdu Mentanargrunnin í sendingini Nón.

Tey eru samd um, at Mentanargrunnur Landsins, sum hann nú eitur, hevur havt ovurstóran týdning fyri føroyska mentan og tjóðarbygging, men hann skuldi havt størri játtan, tí nógvar umsóknir vera havnaðar, við tað at játtanin røkkur ikki longur.

- Kanska er tíðin komin, at gjørd verður ein ordilig ráðstevna um allan grunnin, sum hann er, og um allan hendan spurningin, hvussu vit skulu stuðla list, segði Rói Patursson, sum var formaður í átta ár.

Hoyr samrøðuna í Nón her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022