Nón

Nón 10. mai 2021
10-05-2021
Javni fyllir 50 ár. Vit fara aftur í søguna hjá felagnum og tosa við Karina Kjølbro og Helenu Samuelsen.

Fyri 50 árum síðani - 14. maj í 1971 - bleiv felagið Javni sett á stovn.

Felagið, sum foreldur og avvarðandi at børnum og vaksnum við menningartarni settu á stovn, hevur havt stóran týdning fyri umstøðurnar hjá menningartarnaðum í Føroyum, tí varpað vit í Nón ljós á arbeiðið og søguna hjá felagnum.

Søgan hjá Javna er eisini søgan um ein part av okkara veikastu borgarum, sum vit ikki høvdu umstøður til at taka okkum av her í Føroyum, og sum vit heilt inntil 1973 sendi av landinum til stórar stovnar í Danmark.

Í hesu sending tosa vit við Karina Kjølbro og Helenu Samuelsen, tvær teirra, ið vóru við til at stovna Javna.

Karin Kjølbro varð sett sum sosialráðgevi hjá Andveikraverndini í 1969, og fekk sum høvuðsuppgávu at fáa føroyingar við menningartarni heim aftur til Føroya fyrst í 70-unum.

Helena Samuelssen er mamma at menningartarnaðu gentu, Janu, sum ikki varð send av landinum í 1960´unum, og Helena gjørdist fyrsta forkvinna í Javna.

Lurtið eftir teirra frásagnum í sendingini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022