- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
– Eg eri líka við at siga, at eg arbeiði sum svakur, men nú avgeri eg sjálvur, hvat eg geri, nær eg møti upp, og nær eg gevist.
Martin Næs fór hefyri frá fyri aldur sum mentanarstjóri í Mentamálaráðnum, og longu nú eru komnar tríggjar bøkur eftir hann. Og fleiri eru á veg, sigur Martin, sum millum annað hevur týtt tríggjar skaldsøgur eftir Gyrðir Elíasson.
Savnið "Myndir við tíð í" eru egnar yrkingar hjá Martini. Tann fyrsta yrkingin kallast Ytri-tjarnir og tann síðsta kallast Villingadalsvegur. Tað eru mørkini, sum yrkingasavnið ferðast ímillum, og fjøruti yrkingar eru millum tey bæði mørkini í ávikavíst í Islandi og Føroyum.
– Hetta eru myndir við tíð í, tað eru myndir, sum er royni at endurgeva fyri teimum, sum vilja lesa. Tað eru løtur í lívinum, sum eg havi upplivað, greiðir Martin Næs frá.
Martin Næs er útbúgvin bókavørður, og helst er hann kendastur sum landsbókavørður, sum hann var í 20 ár, áðrenn hann skifti og bleiv mentanarstjóri í Mentamálaráðnum. Spurdur hví hann fór úr bókasavninum inn í politiska embætisheimin, svarar Martin:
– Spurningurin er, hvussu leingi man kann vera leiðari. Man hevur skrivað hesi somu brøvini til myndugleikarnar, og tað hendi ikki nógv. So hugsaði eg við mær sjálvum, at kanska skuldi eg bara søkt hatta deildarstjórastarvið og svarað upp á míni egnu brøv.
Svarið lýsir kanska bæði tað spakføra og beinrakna, sum eisini eyðkennir yrkingasavnið, Myndir við tíð í.
Hoyr alla samrøðuna við Martin Næs her.