Nón

Nón 1. juni 2021
01-06-2021
Skal listin vera sømilig fyri at fáa almennan stuðul? Tað er evnið í Dagsins Nón.

Rumbul er í listaumhvørvinum, nú landsstýrismaðurin í mentamálum hevur noktað at lata stuðul til ein film - hóast fakkunnleikin, sum ráðførir hann, viðmælti stuðulin.

Hvat er armslongdarprisippið, spyrja vit Jógvan Páll Lassen advokat, sum eisini hevur verið formaður í stýrinum fyri Listasavnið.

Hvar gongur markið millum listaligt frælsi og politiskan sensur? Hvat er borðbært og ikki. Og skal ein tilvildarligur landsstýrismaður gera av, hvat er borðbært? Kjak millum Bjarna Kárason Petersen úr Framsókn og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum setir dagsskránna í hesum døgum.

Og hvat vil Katrin Joensen Næs við hesum filminum, sum eftir ætlan skal viðgera kynsligan bundinskap.

Øll sendingin kann hoyrast her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022