Nón

Livar leitar listarliga
04-06-2021
Nýggju málningarnir hjá Livari Nysted eru 3D-myndir við máling og skurði

- Hetta er nakað nýtt, sum eg royni. Eg havi hesa ferð arbeitt á ein øðrvísi hátt, har málningur og høggmynd eru saman á myndini.

Livar Nysted sýnir fram í Ribarhúsi í Fuglafirði í hesum døgum. Umframt nýggju myndirnar, við forkunnugum teknikki, eru fleiri av teimum meiri kendu og siðbundnu myndunum, sum siga søgur í sær sjálvum.

Livar heiðrar tað gamla. Og samstundis hevur kvinnan ein serligan leiklut í fleiri av myndunum. Ein mynd er eisini av einari dramatiska hending í lívinum hjá Livari, sum mundi druknað sum smádrongur.

Livar Nysted, ið eisini er kendur sum havrógvari, hevur siglt úti, men síðstu árini hevur hann roynt seg sum listamálara burturav. Og higartil hevur tað lønt.

- Tá man kann liva av tí, sum man elskar at gera, so kann tað ikki vera betri.

Framsýningin við Livari Nysted í Ribarhúsi er opin til 14. juni.

Hoyr alla samrøðuna við Livar her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022