- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Kenslur eru knýttar at búskapi, valdi og politikki.
Malan Marnersdóttir, professari á Føroyamálsdeildini, hevur saman øðrum við skrivað áhugaverda grein, sum vísir á, at nýggjar alliansur verða knýttar í Norðurhøvum, nú Arktis broytir altjóða áhugamálini hjá stórveldum.
Londini Ísland, Føroyar og Grønland, sum einaferð hoyrdu og hoyra undir danska ríkið, knýta sambond, sum flyta valdið norðureftir, uttan um Danmark.
Londini knýta seg saman kenslubúskaparliga, og orð sum "brøðralag" og "vinir" eru javnan at hoyra í skáltalum. Og hetta, at kenslubúskapir virka saman við fíggjarligu búskapunum, er ein lutfalsliga nýggj sannkenning, sum ger tað ógjørligt at skilja sundur kenslur, pengar og valdsviðurskifti.
Greinin, sum viðger kenslubúskapir í Norðurhøvum - gomul bond og nýggja vinaløg - stóð í blaðnum hjá DJØF. Hon kann lesast í fullari longd her
Hoyr samrøðuna við Malan Marnersdóttir um kenslur og vald í gamla ríkisfelagsskapinum.