- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Álvarsom barnabók við støði í egnum upplivingum
11-06-2021
Dánial Hoydal hevur skrivað bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ta broyting, sum hendir millum ættarlið, tá demensur rakar familjuna
Bókin "Abbi og eg og abbi" er tann fyrsta í einari røð av trimum barnabókum, sum taka støði í hvør sínum álvarsama evni. Fyrsta bókin er um demens, onnur bókin um OCD, ella tvangstankar, og tann triðja um kropsfatan.
Allar bøkurnar taka støði í upplivingum, sum rithøvundurin kennir til.
Hoyrið her samrøðu við Dánial Hoydal
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022