Nón

Nón 14. juni 2021
14-06-2021
Upptøkurnar til sjónvarpsrøðina Trom eru komnar undir land. Vit tosa við tríggjar av leikarunum

Upptøkurnar til Føroya fyrstu sjónvarpsrøð og størstu filmsverkætlan eru lidnar.
Talan er sjálvandi um Trom; sjónvarpsrøðina í seks pørtum við íblástri úr krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen um journalistin Hannis Martinsson.
Eini 50 fólk úr Føroyum og útlandinum hava verið knýtt at verkætlanini, sum er mett at kosta um 37 milliónir krónur.
Men hvussu hava upptøkurnar til størstu filmsverkætlan í Føroyum gingið?
Hvat hava royndu útlendsku sjónleikararnir fingið burturúr?
Og hvussu hevur verið hjá føroysku sjónleikarunum at spæla við í eini so stórari verkætlan?
Vit hava prátað við Mariu Rich, kvinnuliga høvuðsleikaran, sum flutti til Føroya við allari familjuni í sambandi við upptøkurnar.
Eisini fáa vit orðið á Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin, sum báðar hava spælt stórar leiklutir.

Hoyrið sendingina her

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022