Nón

Arbeiðið og tú: Vóna at 16.000 føroyingar svara
16-06-2021
Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu hevur sett sær fyri at spyrja so nógvar arbeiðstakarar í Føroyum sum gjørligt í nýggjari kanning

Miðað verður eftir at fáa eini 16.000 fólk at svara stórari spurnarkanning, sum skal kortleggja allan tann føroyska arbeiðsmarknaðin. Vit tosa við Anniku Helgadóttir Davidsen, sum er verkætlanarleiðari.

Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu sigur soleiðis um kanningina:

"Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum. Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki.

Við verkætlanini fara vit at spyrja allar arbeiðstakarar í Føroyum um teirra arbeiðsumhvørvi. Hetta fyri at betra um arbeiðsumhvørvið hjá teimum, sum arbeiða her á landi. Úrslitini verða sostatt til gagns fyri arbeiðstakara, arbeiðsgevara og teir myndugleikar, ið hava ábyrgd fyri og eftirlit við arbeiðsumhvørvinum hjá føroyingum."


Um tú vilt svara spurningunum, so finst kanningin HER

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022