Nón

Sáttligi skiparin á brúnni á Strandferðsluni
19-06-2021
Hann er javnan í andgletti, tí hansara floti er gamal og slitin; men hvør er Hilmar Eliasen, hvussu leiðir hann, og hvørja kós hevur hann sett.

- Man roynir alla tíðina at fáa tingini at ganga upp.

Hilmar Eliasen stendur sum stjóri á Strandafaraskipum Landsins ofta fyri skotum. Men hann svarar altíð sáttliga aftur, hóast kritikkrin kann vera hvassur, og hann minnir seg sjálvan á, hvat hann stendur fyri, og hvørji mál hann hevur sett sær vegna stovnin, sum hann leiðir.

Sum leiðari leggur hann seg eftir at vera autentiskur, men skundar sær at leggja afturat, at tað sikkurt ikki altíð eydnast.

Strandfaraskip Landsins hava havt ómetaligan týdning fyri land og fólk, og í meira enn eina heila øld hevur stovnurin knýtt føroyingar saman. Hetta er stjórin sera tilvitaður um, og hann heldur tað hava stóran týdning at seta eina kós, nú meginparturin av landinum er knýtt saman við veganeti. Tí Strandferðslan hevur framvegis ein stóran týdning í hesum landinum, um útoyggjunum skal vera lív lagað.

Kom við ein túr upp á brúnna í Strandferðsluni, har vit hitta stjóran og spyrja um tær síðurnar, vit sjáldan síggja. Hoyr tann meira privata Hilmar Eliasen seta orð á síni virði sum leiðari og menniskja.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022