Nón

Børn og ung, ið mistrívast, mugu fáa betri hjálp
30-06-2021
Starvsfólk í barna- og ungdómspsykiatriini varpa í skrivi ljós á avbjóðingar í hjálpini til børn og ung, ið mistrívast

Skipanin og samstarvið, sum skal hjálpa børnum ið mistrívast, riggar ikki nóg væl. Tað halda Rebekka Gudmundsson Perlick, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatriini, Rannvá Vang, yvirlækni í barna- og ungdómspsykiatriini, Súsanna Reinert-Petersen, yvirlækni við sergreinaábyrgd í barna- og ungdómspsykiatriini og Camilla Henanger, sálarfrøðingur og leiðari í barna- og ungdómspsykiatriini.

Tær hava saman við leiðsluni á Landssjúkrahúsinum skrivað eitt skriv, sum lýsir eitt boð uppá, hvussu økið og tvørgeiraliga samstarvið kann skipast í mun til at uppspora og veita relevantan stuðul, hjálp og viðgerð til børn og ung, sum mistrívast í Føroyum. Í skrivinum verður millum annað víst á, at skipanin og samstarvið millum stovnar, sum skal lofta og hjálpa børnum og ungum ið mistrívast, ikki riggar nóg væl, og skrivið er ein áheitan til mynduleikarnar um at arbeiða saman um at fáa skipanina at rigga.

Ljós hevur í seinastuni verið varpað á bíðilistan til barna- og ungdómspykiatriina, tí talið av ávísing til barna- og ungdómspsykiatriina nærum er tvífaldað seinastu tvey árini. Bíðtíðin at sleppa til útgreiningar er tískil eisini vorðin longri, og er í dag yvir 15 mánaðir. Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, segði í Dag og Viku síðst í mai, at hann ikki metir, at føroysk børn upp á so stutta tíð vorðin so nógv verri fyri, og at orsøkin til langa bíðilistan kann verða, at ov nógv børn, ið hava tørv á aðrari hjálp enn psykatriska hjálp, verða send til útgreiningar.

Eisini Sinnisbati gjørdi vart við síni sjónarmið og vísti millum annað á, at felagið heldur at børn og ung ikki í nóg góðan mun verða loftaði longri niðri í skipanini eitt nú á dagstovnunum vegna ov fáar ressursir.

Og nú siga starvsfólk í barna- og ungdómspsykiatriini eisini sína hugsan. Skrivið er serliga rættað landsstýrisfólkunum í almannamálum, undirvísingarmálum og heilsumálum, og formannin í Kommunufelagnum, sum varðar av barnaverndarskipanini, og við skrivinum vóna skrivararnir, at politiska skipanin veruliga vaknar, raðfestir økið, og at allir stovnar og mynduleikar saman kunnu tryggja bestu hjálpina til børn og ung, ið mistrívast.

Lurtið eftir samrøðuni við Camillu Henanger, sálarfrøðingur og leiðari í barna- og ungdómspsykiatriini.

Her ber til at síggja lesarabrævið, og myndina, ið lýsir, hvussu økið er og kann skipast.


 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022