Nón

Tosa við tøknina
01-07-2021
Vit vita longu, at teldan kann lesa upp skrivaðan tekst, men nú verður arbeitt við at fáa hana at skriva niður tað, tú sigur - á føroyskum.

Tey eru mong, sum aftra seg við at skriva ein teldupost ella eitt innlegg í einum online kjaki, tí tey ikki meta seg skriva nóg væl ella nóg rætt til at verða tikin í álvara.
Um ikki so langa tíð, so kann ein glotti vera at hóma fyri hesi fólk, sum kunnu fáa telduna at stava fyri seg.

Hetta er bert eitt dømi um tað, ein talukennari kann brúkast til, og arbeitt hevur seinastu árini verið við at fáa teldurnar at skilja føroyskt. Talan er um verkætlanina Ravnur, ið mennir føroyska talukennaran.
Ein partur av hesum arbeiði er at fáa so nógvar ymsar úttalur og dialektir sum gjørligt skjalfestar, siga tær báðar Iben Nyholm Debes og Sandra Saxov Lamhauge, sum arbeiða við verkætlanini.

Tí leita tær eftir fólki, sum hava hug til at hjálpa við at lesa inn nakrar setningar, og til ber at skráseta seg her

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022