Nón

Tosa við tøknina
01-07-2021
Vit vita longu, at teldan kann lesa upp skrivaðan tekst, men nú verður arbeitt við at fáa hana at skriva niður tað, tú sigur - á føroyskum.

Tey eru mong, sum aftra seg við at skriva ein teldupost ella eitt innlegg í einum online kjaki, tí tey ikki meta seg skriva nóg væl ella nóg rætt til at verða tikin í álvara.
Um ikki so langa tíð, so kann ein glotti vera at hóma fyri hesi fólk, sum kunnu fáa telduna at stava fyri seg.

Hetta er bert eitt dømi um tað, ein talukennari kann brúkast til, og arbeitt hevur seinastu árini verið við at fáa teldurnar at skilja føroyskt. Talan er um verkætlanina Ravnur, ið mennir føroyska talukennaran.
Ein partur av hesum arbeiði er at fáa so nógvar ymsar úttalur og dialektir sum gjørligt skjalfestar, siga tær báðar Iben Nyholm Debes og Sandra Saxov Lamhauge, sum arbeiða við verkætlanini.

Tí leita tær eftir fólki, sum hava hug til at hjálpa við at lesa inn nakrar setningar, og til ber at skráseta seg her

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Øssur Johannesen hevur givið út provokerandi og heilt øðrvísi listabók
02-03-2022
Tá Guðrun og Guðrun eru á mótamessum hava tær ofta smáar básar, men øðrvísi sniðgevingin vekjur kortini stóran ans.
01-03-2022
Navia selir nógv uttanlands, og arbeiðir støðugt við at framleiða burðardyggari. Nú fer fyritøkan at binda við 3D bindimaskinum
01-03-2022
Okkara burðardyggi ulla- og bindisiðaarvur er beinleiðis íblástur til nýmótans sniðgeving í Føroyum, og hesa søgu skulu vit fortelja betur, heldur Sissal Kristiansen, sniðgevi
01-03-2022
Føroysk sniðgeving í París. Eitt árs starvsløn til Kinnu.
28-02-2022
Ungi yrkjarin Beinir Bergsson er tilnevndur bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
27-02-2022
Daniel Chartier, kanadiskur professari, vil umseta føroyskar bøkur til franskt og skapa fleiri sambond millum Føroyar og Kanada.
25-02-2022
Á víðagitna lærda háskúlanum í París, Sorbonne, hava tey havt eitt skeið í føroyskum.
25-02-2022
Beinir Bergsson í uppskoti. Lesandi í Sorbonne lesa føroyskt. Daniel Chartier umsetir føroyskar bøkur til franskt.
25-02-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
25-02-2022
Føroyskar bókmentir og filmur vóru evnini í hesi Nón-sendingini úr París
23-02-2022
Filmshúsið er partur av mentanarliga átakinum í París
23-02-2022