Nón

Vangamynd: Soleiðis er Tróndur
02-07-2021
Egin. Fjølbroyttur. Stillførur. Trý orð, sum lýsa Trónd Bogason sum tónaskald og persón. Nú fer Aldubáran at tekna eitt portrett av honum

- Tað er eingin orsøk at gera tað, sum onnur hava gjørt áður.

Nakað soleiðis sigur stilli og sáttligi Tróndur Bogason, sum ongantíð hevur gjørt stóran háva burtur úr sær sjálvum. Tvørturímóti trívist hann best í tí stilla, og júst tí skipar Aldubáran fyri tveimum konsertum, sum skulu lýsa breiddina í hansara tónleiki.

Í hesi samrøðuni við Trónd Bogason tosa vit um hann og hansara tónleik. Og tað gerst skjótt greitt, at júst orginaliteturin er av hansara størstu eyðkennum.

- Eg havi altíð hildið, at tónleikurin hjá Tróndi er filosofiskur, sigur Jón Festirstein úr Aldubáruni. Orðini hjá Jón Festirstein úr Aldubáruni benda beinanvegin á, at Tróndur Bogasyni er heilt egin, tá ið hann skrivar tónleik.

Tróndur Bogason hevur frá ungum árum verið ógvuliga fjøltáttaður. Hann er ringur at seta í bás, og longu tíðliga skrivaði hann tónleik, sum fevndi frá rock-tónleiki til klassiskt. Og alt møguligt harímillum. Nú kalla summi hansara tónleik avantgarde, men samstundis arbeiðir hann saman við okkara bestu nøvnum innan fyri populertónleik.

Vit spyrja Trónd, hvar alt byrjaði, hvussu hann ger tónleik, og hann tosar um ta hugsjón, sum er grundarlagið undir øllum hansara tónleikaliga virksemi.

Hoyr alla samrøðuna við Trónd Bogason her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022