Nón

Summarnón 8. juli 2021
08-07-2021
Bók um Oyrarbakka, gott poddvarp um summarið og nýggj kórbók er útgivin.

Tey búsettust á Oyrarbakka er nýggj bók, ið kemur út í næstum, vit práta við Sólgerð Andreasen, sum er annar av høvundunum.

Feriutíð er, og tá kann tað vera gott, at hava okkurt at lurta eftir, samstundis sum tú gongur túr ella rokast í urtagarðinum
Vit fregnast um gott poddvarp saman við Marnu Jacobsen.

Dámar tær at tríva í ein góðan kórsang, tá hugurin er til tess, so verður tað nú lagamanni, tí nýggja kórbók er komin út. Vit tosa við stigtakararnar Zakaris Sørensen og Knút Olsen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022