- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Summarnón 20. juli 2021
20-07-2021
Handil í skúlanum í Elduvík og stuttsøgusavnið Hult og dult
Føroyska ullin hevur eitt stórt virði, tað heldur týski Francesco Mazuhn, sum saman við konuni Anju, nú í summar hava handil við egnum ullavørum í gamla skúlanum í Elduvík. Hjúnini keyptu fyri átta árum síðani summarhús í Elduvík, tí tey fulkomiliga fullu fyri Føroyum. Men Francesco, sum ofta er við á fjalli, gjørdist bilsin av, at stórur partur av ullini verður brend. Tí tók hann fyri tveimum árum síðani stig til virkið Nordic Wool Company, sum virkar vørur úr føroyskari ull á smáum verkstøðum í Evropa.
Fyrra stuttsøgusavnið hjá honum greiddi frá søgum úr býnum, og nýggjasta savnið hevur tað forniska sum snúningsdepil. Hult og dult eitur tað, og vit fara at hoyra Jón Thorsteinsson greiða frá.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022