Nón

Blóðdryppandi gysari tekur skap í NLH
23-07-2021
Listabólkurin Tvazz hevur sett sær fyri at gera skaldsøguna hjá Carl Jóhan Jensen, "Ó - søgur um djevulskap", til leik

Tað krevur nakað, at umseta drúgvu og torgreiðu skaldsøguna hjá Carl Jóhan Jensen, "Ó-søgur um djevulskap", til leik.

Men tað hevur listabólkurin Tvazz sett sær fyri. Tí eru tað hugtøk sum blóð, demonar, ræðsla, girnd, tráan og dráp, sum fylla Norðurlandahúsið í hesum døgum. Royndirnar til leikin eru byrjaðar, og leikurin verður frumframførdur 7. august.

Tað er ein sterk norðurlendskari manning sum Tvazz hevur sett saman til handan leikin, og nevnast kann at millum annað viðurkendi pallistaleikstjo´rin Egill Pállsson úr Íslandi leikstjórnar, danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, og so hevur Tvazz fingið Onnu Katrin Øssursdo´ttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, at seta ljóð og tónar til leikin.
Harumframt ger Súni Joensen ljóssnið og filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir, og hjáparfólk í framleiðsluni eru: Anna Kristin Bæk, Nicolaj Falck, Hja´lmar Dam, Birgith Lassen, Sára Mikkelsen og Felisia Helmsdal.

Lurtið eftir innslagnum um leikin.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022