Nón

Ein leikur um djúp spor frá barndóminum
07-09-2021
Jógvan Andrias Joensen debuterar sum sjónleikari og erligur søguforteljari

"Kom bara inn, eg skal ikki gráta."

Á Finsen venja tey í hesum døgum nýggjan einrøðuleik við hesum serstaka heitinum, sum leggur upp til, at hetta er ein rættiliga persónlig søga.

Og tað er tað eisini. Jógvan Andrias Joensen er leikari, og leikurin byggir á hansara egnu upplivingar sum barn. Talan er um ein nýskrivaðan leik, sum tekur støði í eini tíð, tá ið flestu føroyskir sjúklingar vóru sendir til Danmarkar, og nemur millum annað við evnið sálarheilsa, sum er nógv frammi í dag

- Leikurin snýr seg um, at eg sum barn var sendur til Danmarkar í sambandi við sjúku. Tær upplivingarnar hava sett spor, sum hava fylgt mær alt lívið, greiðir Jógvan Andrias frá.

Hann eigur hugskotið, sum Ria Tórgarð hevur skrivað leikritið eftir, og Edvard Nyholm Debes hevur gjørt tónleikin.

Ria Tórgarð, sum eisini er leikstjóri, valdi at lata Jógvan Andrias sjálvan spæla leikin og greiða frá, heldur enn at fáa ein sjónleikara at spæla. Meira autentiskt verður tað neyvan.

Ætlanin er at fara um landið við leikinum. Byrjað verður í Havn og endað verður í heimbýnum hjá Jógvani Andriasi, Klaksvík. Leikurin verður frumsýndur í Finsen 15. september.

Hoyr samrøður frá Finsen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022