Nón

Sálarfrøðingurin debuterar sum yrkjari
16-09-2021
Helgi Rasmussen hevur givið út yrkingasavn, sum ikki líkist øðrum

- Eg havi verið okkurt øgiliga leingi, og eg hugsaði, at skal eg gera okkurt annað, so er tað nú. So kann eg vónandi nokk so leingi eisini vera tað.

Helgi Rasmussen er kendur sum organisatiónssálarfrøðingur, og hann hevur áður givið út bókina Finn teg í organisatiónini, sum er útkomin bæði í Føroyum og Danmark.

Nú hann er vorðin 60 ár í summar, debuterar hann við sínum fyrsta yrkingasavni, ið stutt og greitt nevnist - eitt.

Tað er freistandi at halda, at Helgi brúkar sálarfrøðina sum grundarlag, tí savnið minnir um tankameldur, har ein tanki tekur ein heilt annan við sær.

Savnið er so sermerkt, at Sprotin, sum gevur út, hevur lagt eina lesivegleiðing út á heimasíðuna. Vegleiðingin er: Dvøl við linjurnar og tak einstakar uppaftur, áðrenn tú heldur fram. Gert tú tað, fært tú eitt vaggandi stev í upplesturin, sum minnir um føroyskan dans.

Samstundis er savnið komið út sum ljóðbók, har Martin Joensen lesur og hevur lagt annað ljóð við.

Hoyr áhugaverdu samrøðuna við Helga Rasmussen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022