Nón

Mamma er enn Birita
21-09-2021
Mamma Búa Dam fekk staðfest alzheimer í 2013. Tað var ein stór sorg og skelkur, men hevur eisini varpað ljós á, hvat hevur týdning í tilveruni, heldur Búi Dam.

Mett verður at eini 850 føroyingar hava demens, og nógvar føroyskar familjur verða raktar av sjúkuni hvørt ár.

Í 2013 fekk Birita Mohr staðfest alzheimer. Tað var ein stór sorg og skelkur bæði fyri hana, mannin og børnini. Men familjan og serliga maður Biritu, Egi Dam, hevur gjørt alt fyri at vera um Biritu og at skapa ein so góðan gerandisdag, sum til ber, og tað hevur alt at siga, heldur Búi Dam.

Tá alzheimer rakar, kolleveltir tað bæði relatiónir og uppgávubýtið í familjuni. Men hóast tað er sera hart, hevur sjúkan eisini knýtt familjuna tættari saman, og varpa ljós á, hvat hevur týdning í tilveruni, vísur Búi á.

Búi Dam heldur, at tað er sera týdningarmikið at síggja menniskja handan sjúkuna. "Mamma mín er framvegis Birita Mohr - við sínum jaliga lyndi, og einum ríkum lívið aftanfyri seg. Hon minnist bara ikki líka væl. Tí er tað týdningarmikið at minnast, práta og flenna saman, og liva eitt so vanligt og virkið lív, sum til ber við sjúkuni", sigur hann.

Lurtið eftir samrøðuni við Búa Dam, sum fortelur hansara søgu um, hvussu tað er, tá alzheimer rakar familjuna.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022