- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Tú lesur bøkur, tú annars ikki hevði lisið.
- Hvør lesur í sínum lagi, og tað er rættiliga ymiskt, hvussu vit skilja tað vit lesa.
- Tað er altíð okkurt, sum man ikki sjálvur hevur hugsað um.
Tina Purkhús, Kristina Lútzen og Jórun Niclasen eru millum tær kvinnurnar, sum hava verið við í Lesiringinum á Klaksvíkar bókasavni, síðan hann byrjaði fyri 15 árum síðan.
Annika Egholm er bókavørðurin, sum kemur við uppskotum um, hvat tær skulu lesa, og síðan taka tær í felag avgerð um, hvat næsta bókin skal vera.
Lesiringurin í Klaksvík hevur virkað síðan 2006, og hesi árini hava tær lisið 73 bøkur higartil, tað vil siga einar fimm bøkur um árið. Tær, tí higartil hava bara kvinnur verið í lesiringinum, men øll eru vælkomin. Summar hava verið øll árini, men tað leggjast eisini nýggjar afturat viðhvørt.
Tær lesa bæði klassikarar og nýggjar bøkur, føroyskar og útlendskar bøkur, fyri tað mesta skaldsøgur, og tær royna eisini at lesa bøkur, sum eru tilnevndar til virðislønir.
Nón vitjaði á Klaksvíkar bókasavni, tá ið Lesiringurin hittast aftur til eina nýggja bók.