- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Vit hava tosað um hetta í fimtan ár, og vit blíva við at tosa um tað, men tað hendir ov lítið, sigur Runa Preeti Ísfeld.
- Hóast vit skriva 2021, so duga vit sum samfelag ikki nógv væl at taka ímóti tilflytarum. Vit hava ongar skipanir, sum kunnu stuðla hesum fólkunum, ið flyta higar - og serliga ikki teimum, ið hava útbúgvingar, sigur Elisabeth Holm.
Runa Preeti Ísfeld og Elisabeth Holm hava báðar granskað í kvinnum, sum eru fluttar til Føroya.
Fleiri enn 400 kvinnur úr asiatiskum londum búgva í Føroyum, og tveir triðingar av teimum hava hægri útbúgvingar, sum føroyska samfelagið ikki dugir at gagnnýta.
Í hesi samrøðuni koma tær millum annað inn á, hví kvinnurnar velja Føroyar, vit tosa um førleikamiss og málsligar avbjóðingar, og vit spyrja eisini, um hesar familjurnar vera møttar av fordómum.