Nón

Útlendskar kvinnur sleptar upp á fjall
05-10-2021
Hví velja asiatiskar kvinnur Føroyar. Og hví velja Føroyar tær frá?

- Vit hava tosað um hetta í fimtan ár, og vit blíva við at tosa um tað, men tað hendir ov lítið, sigur Runa Preeti Ísfeld.

- Hóast vit skriva 2021, so duga vit sum samfelag ikki nógv væl at taka ímóti tilflytarum. Vit hava ongar skipanir, sum kunnu stuðla hesum fólkunum, ið flyta higar - og serliga ikki teimum, ið hava útbúgvingar, sigur Elisabeth Holm.

Runa Preeti Ísfeld og Elisabeth Holm hava báðar granskað í kvinnum, sum eru fluttar til Føroya.

Fleiri enn 400 kvinnur úr asiatiskum londum búgva í Føroyum, og tveir triðingar av teimum hava hægri útbúgvingar, sum føroyska samfelagið ikki dugir at gagnnýta.

Í hesi samrøðuni koma tær millum annað inn á, hví kvinnurnar velja Føroyar, vit tosa um førleikamiss og málsligar avbjóðingar, og vit spyrja eisini, um hesar familjurnar vera møttar av fordómum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022