Nón

Jóhan Martin Christiansen: Sig tað við mítt hjarta
07-10-2021
Tell it to my heart er heitið á framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen, sum hevur viðrák í løtuni

- Viðurkenning kemur og fer, men eg veri verandi her.

Tað koyrir bara hjá Jóhan Martin Christiansen í løtuni. Í vikuni fær hann handað Talentprísin hjá Carl og Anne Marie Nielsen, hann hevur fingið starvsløn frá Statens Kunstfond fyrr í ár, og hann fekk eitt árs starvsløn frá Mentanargrunninum.

Nú hevur hann framsýning í Steinprenti, har tilfarið hevur stóran týdning eitt nú stál, gips og pappír. Framsýningin kallast Tell it to my heart.

- Tað er eitt vakurt heiti, ikki minst á føroyskum, Sig tað við mítt hjarta. Hetta er eitt 80'ara hitt við Taylor Dayne, og tað leggur seg í eina røð av framsýningum við líknandi heitum, sum eg havi havt. Tað hevur hendan klangin av poppuniversinum, men hevur eisini okkurt stórt og nostalgiskt yvir sær, greiðir Jóhan Martin Christiansen frá.

Jóhan Martin Christiansen er sjálvur føddur í 1987, hann býr í Keypmannahavn, har hann hevur atelier.

Hoyr alla samrøðuna við Jóhan Martin Christiansen, har komið verður inn á listafatan, Janus Kamban, virðislønir og framsýningina.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022