Nón

Byrja við at gera tað sum er neyðugt
22-10-2021
Hávard Vatnhamar var um tey 40, og vigaði nærum 100 kilo, tá hann setti sær fyri at skula umboða Føroyar til paralympisku leikirnar í Tokyo. Og tað eydnaðist

Sum 16 ára gamal varð Hávard Vatnhamar fyri eini álvarsligari arbeiðsvanlukku, tá hann bleiv fastur í einum spæli umborð á einum fiskiskipi. Hann varð somikið hart kroystur í veirunum, at hann lá deyður á dekkinum í nakrar minuttir. Lív kom tó í hann aftur, men partur av høgra armi stóð ikki til at bjarga.
Hoyrið samrøðuna við Hávard Vatnhamar, sum millum annað greiðir frá, hvussu hann rakk málinum, sum var at umboða Føroyar til paralympisku leikirnar í Tokyo í september. Gomlu orðini hjá Franz av Assisi hava hjálp honum á mál.

Byrja við at gera tað, sum er neyðugt
Hærnast tað, sum er møguligt
Og brádliga hevur tú gjørt tað ómøguliga
(F. Assisi)

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022