Nón

Franz Beckerlee: Har var meira eftir í Gasolin
22-10-2021
Nón vitjaði legendariska gittaristin í hansara atelieri á Amager, 50 ár eftir at fyrsta LP-in við Gasolin kom út

- Um tú ikki vart komin, hevði eg ikki hugsað um tað.

Soleiðis svarar Franz Beckerlee, tá ið hann verður spurdur, hvat hann hugsar um, at tað fara at vera 50 ár liðin, síðan fyrsta Gasolin LP-plátan kom út. Kortini var tað júst hann, sum ynskti, at Gasolin helt fram, tá ið bólkurin gavst í 1978.

- Eg var jú tann einasti, sum ikki vildi gevast við Gasolin. Tað hevði eisini nakað at gera við, at nú vildi Kim Larsen út at gera sítt egna; nú hann tímdi ikki meira, at vit rættaðu hann alla tíðina, sigur Franz Beckerlee, sum heldur, at Gasolin hevði tað besta eftir í sær.

- Eg vildi gjarna spælt eina ella tvær plátur meira. Tí eg hoyrdi tá, at tað var við at henda nakað við tónleikinum; tað hoyrir man á nøkrum venjingarbondum, sum vit enn hava liggjandi onkustaðni.

Fyrsta LP-plátan hjá Gasolin, sum bara bleiv kallað Gas1, kom út tann 21. november 1971. Í hesum sambandi kemur eisini nýggj bók út um Gasolin fyrsta dagin.

Gasolin verður ofta sagdur at vera størsti danski rockbólkurin nakrantíð, og her í Føroyum vóru teir heilt eisini nógv spældir.

Franz Beckerlee gavst sjálvur heilt við tónleikinum í 1990'unum, og síðan tað hevur hann virkað sum listamálari. Tað ger hann enn, sum 79 ára gamal.

Hoyr alla samrøðuna við Franz Beckerlee.

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022