- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Søgan um føroyska rossið er sera áhugaverd og spennandi, tí føroyska rossið er eitt serstakt rossaslag, sum bert livir í Føroyum, og er eisini eitt av fáu upprunarossasløgunum í heiminum. Men ongin serstøk bók er skrivað um føroyska rossið, og tí er tørvur á, at hendan søgan verður fortald. Tað sigur Beinta Johannesen, sum hevur skrivað nýggju bókina "Føroyska rossið", sum varð løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Vónandi fer nýggja bókin at varpa ljós á og birta áhuga fyri føroyska rossinum, og týdningin av, at tað verður varðveitt. Tí tað eru undir 100 føroysk ross eftir, og tí er føroyska rossið eisini eitt tað mest hótta dýraslagið í heiminum, sigur Beinta.
Tað vónar Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Felagnum føroysk ross, eisini. Felagið hevur síðani tað bleiv sett á stovn, arbeitt við varðveita føroyska rossið, men føroyski marknaðurin fyri at hava eitt føroyskt ross er mettaður. Tí er einasta loysnin fyri at varðveita og vaksa um stovnin at fáa loyvi at útflyta ross, heldur felagið.
Hetta krevur tó eina lóg um útflyting av húsdýrum, sum ikki finst. Jóna Ólavsdóttir vónar tí, politikararnir fara at taka støðuna í størri álvara, og smíðja eina slíka lóg so skjótt sum til ber.
Á bókaframløguni í Norðurlandahúsinum var eisini eitt prát um føroysk ross og varðveiting av náttúru og djóralívi, sum millum annað Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni luttóki í.
Lurtið eftir samrøðuni við Beintu Johannesen rithøvunda, Jóna Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross, Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni.