Nón

Nón 27. desember 2021
27-10-2021
Annika Øyrabø. Jógvan Arge.

Tað hevur verið spennandi, gevandi og nemandi at myndprýða bókina "Abbi og eg og abbi". Tað sigur Annika Øyrabø, sum herfyri fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri arbeiðið at myndprýða bókina.

Annika er føroyingur, men er uppvaksin í Danmark. Hon hevur tó ferðast nógv í Føroyum, og fingið stóran íblástur til sítt yrki úr Føroyum. Og so kennir persónliga til evnið, ið bókin snýr seg um, nemliga demens. Vit hava longri samrøðu við Anniku um eina løtu.

Jógvan Arge hevur givið sjeynda bindi í røðini Mín krýnika út. Hesaferð eru vit komin til tey glaðu 80-árini, sum endaðu við húsagangi og arbeiðsloysi. Vit hitta Jógvan til eitt prát um bókina og 80'ini

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022