Nón

Ein viðkvæmur og kenslusamur Ragnar
30-10-2021
- Hendan útgávan hevur verið ein roynd hjá mær at koma úr mínum høvdi og út í verðina, sigur Ragnar Finsson

Nýggja útgávan, sum Ragnar Finsson gevur út undir navninum Horrse, við heitinum Crossing, vísir ein listamann, sum er opin um sína sálarkvøl.

EP'in kemur út á Tutl Records tann 5. november og sjálvur sigur Ragnar Finsson, at hann við fløguni kemur heim til fólkatónleikin og punktónleikin samstundis.

Ragnar Finsson viðgongur, at hann hevur havt sítt at dragast við, og tað kemur eisini til sjóndar á útgávuni. Longu sum 12 ára gamal gjørdist hann kendur, tá ið hann kom langt sum lítil punkdrongur í sendingini Talent hjá DR. Honum dámdi ongantíð at gerast kendur, og tað gav baksláttur.

- Eg haldi ikki, tað er sunt fyri børn at skula í sjónvarpið, og at øll hava eina meining um tað, tú gert, sigur Ragnar.

Men tónleikurin hevði longu fingið fastatøkur í hann, og hann hevur síðan roynt seg í fleiri samanhangum við góðum úrslitum. Og nú letur hann sítt lyndi koma til sjóndar í tónleikinum.

- Eg veit ikki, um eg nakrantíð fótaði mær aftur - fyrr enn kanska beint nú.

Hjá Ragnari verður tað ongantíð aftur eitt mál at gerast kendur, men hann vil sleppa at fordjúpa og hugsavna seg í tónleikinum.

- Eg leggi so forbankað lítið í pengar. Eg vil gjarna tjena pengar, so eg kann fáa góðan mat og búgva onkustaðni, men tað týdningarmesta fyri meg er at sleppa at sita og skriva tónleik hvønn dag. At eg kann seta tíð av til tað, hevur størstan týdning fyri meg, sigur Ragnar Finsson.

Hoyr alla samrøðuna við Ragnar Finsson her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022