- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Føroyar eru upplagdar sum pallmynd og íblástur til fantasybøkur. Tað heldur Elin Michelsen, sum júst hevur latið sína fyrstu skaldsøgu úr hondum. Ungdómsfantasybókina Rimarúmið. Vit tosa við hana um bókina og um millum annað um, hvussu til ber at gera gamlar søgur um huldur, viðkomandi fyri ung í dag.
Nýskrivaði føroyski leikurin Portrettið verður frumsýndur leygardagin. Jóanes Nielsen hevur skrivað leikin, sum tekur útgangsstøði í Klaksvíksstríðnum, men letur persónar hittast, sum ongantíð hittust - Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen. Alt verður vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar - eisini í pallmyndini hjá Edward Fuglø, sum vit hitta seinni í sendingini.
Vit hoyra eisini Jóanes Nielsen greiða frá leikritinum til fjórða leik hansara Portrettið.
Hoyr alla sendingina her.