Nón

Nón 8. november 2021
08-11-2021
Elin Michelsen við nýggjari fantasybók. Edvard Fuglø og pallmyndin til Portrettið

Føroyar eru upplagdar sum pallmynd og íblástur til fantasybøkur. Tað heldur Elin Michelsen, sum júst hevur latið sína fyrstu skaldsøgu úr hondum. Ungdómsfantasybókina Rimarúmið. Vit tosa við hana um bókina og um millum annað um, hvussu til ber at gera gamlar søgur um huldur, viðkomandi fyri ung í dag.

Nýskrivaði føroyski leikurin Portrettið verður frumsýndur leygardagin. Jóanes Nielsen hevur skrivað leikin, sum tekur útgangsstøði í Klaksvíksstríðnum, men letur persónar hittast, sum ongantíð hittust - Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen. Alt verður vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar - eisini í pallmyndini hjá Edward Fuglø, sum vit hitta seinni í sendingini.

Vit hoyra eisini Jóanes Nielsen greiða frá leikritinum til fjórða leik hansara Portrettið.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Vit hava ein málfelagsskap í Norðurlondum, sum vit hjúkla um á ymsan hátt, men kenna tey ungu seg sum part av hesum felagsskapi?
22-03-2021
Hetta staðfestir Elin A. Løkin í yrkingasavninum Vakrasta Stað, sum kom út í gjár, sjálvan altjóða Down Syndrom dagin
22-03-2021
Pápin ávaraði, og onnur høvdu somu meining. At liva av tónleiki var eingin gongd leið
22-03-2021
Sunleif 60 ár. Ung og mál. Høgnatáttur 3.
19-03-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer.
19-03-2021
Soleiðis sigur Heðin Kambsdal, sum sunnudagin kundi hátíðarhalda sín 70 ára føðingardag.
18-03-2021
Hvat er góður humor, og ber til at flenna at øllum? Tað tosaðu vit við Sjúrð Skaale og Bárð Persson um í Nón
18-03-2021
Nýggja yrkingasavnið Sólgarðurin eftir Beinir Bergsson hyggur eftir teimum eymu síðunum av monnum, sum eru góðir við hvønn annan
18-03-2021
Yrkingasavnið Sólgarðurin. Tíðarritið Island Studies Journal. Heðin Kambsdal 70 ár.
17-03-2021
- Ein tignarligur leiklutur. Tað metir Bergur Djurhuus Hansen uppgávuna at hýsa altjóða tíðarritinum Island Studies Journal
17-03-2021
Krimihøvundurin Jógvan Isaksen fylgir við frá síðulinjuni, nú hansara bøkur vera filmatiseraðar
17-03-2021
Hagagøtur eru lagdar við misjøvnum úrsliti seinnu árini. Ein handbók um gøtubygging skal bøta um tað
16-03-2021