- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Marianna Winter er ein av nýggju stjørnunum á føroyska tónleikahimmalinum, og í dag kemur síðsta staklagið av einari EP, sum kemur út seinni. Men hvør er Marianna, hvat tekst hon við beint nú, og hvat ætlar hon. Marianna er gestur í Nón.
Í dag kemur út nýtt tónaverk eftir Elina Brimheim Heinesen, sum hevur fingist við tónleik í nærum hálva øld eftirhondini. Talan er um symfoniska útgávu av yrkingini "Sóleyan lýsir um fløtur" hjá pápa hennara Jens Paula Heinesen. Samstundis er hetta fyrsta tónleikaverkætlan, sum er fíggjað eftir hópfíggingarleistinum.
Vit tosa við Elina og spæla Sóleyuna alment fyri fyrstu ferð.
Og so enda vit sum vant við Høgnatáttinum, har Høgni Djurhuus tekur samum vikuna, ið fer.
Hoyrið sendingina her