Nón

Nón 15. november 2021
15-11-2021
Bókadagar byrja. Hvat er bókmenta- og listakritikkur?

Í dag byrja árligu bókadagarnir, sum aftur í ár vara í eina heila viku. Krúnustøðan ger, at Bókadagarnir eru skipaðir á ein serligan hátt, men kortini er nógv áhugavert á skránni, og enn sum áður sæst, at tað grør um gangandi fót.

Vit hoyra um bókadagarnar, tá ið Sunnuva Bæk, fyriskipari, kemur á gátt.

Hvat er lista- og bókmentakritikkur, og hví er tað neyðugt at hava kritiskar samrøður um bókmentir og list? Og hvussu eru útlitini fyri listakritikki í dagsins samfelagi, har siðbundnir miðlar minka í vavi, og internetið og sosialir miðlar floyma yvir í orðum, kjakum og persónligum meiningum.

Vit hava fingið Paulu Gaard, ph.d. og námslektara á Fróðskaparsetri Føroya, og Magnus William Olsson, ein eitt av størstu nøvnunum innan norðurlendsk bókmentaummæli at hugleiða um bókmenta- og listakritikk.

Hoyr alla sendningina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022