Nón

Dostojevskij framvegis viðkomandi
22-11-2021
Stóri russiski rithøvundurin, sum var borin í heim fyri 200 árum síðani, skrivaði um lívsins stóru spurningar, og fer tí helst altíð at vera viðkomandi.

Tann 11. november í ár vóru 200 ár síðani, at stóra russiska skaldið Fjodor Dostojevskij var borin í heim.

Heimskendi rithøvundurin hevur skrivað stórar skaldsøgur sum "Brotsgerð og revsing", "Brøðurnir Karamazov", "Dupultgangarin", "Kjallaramenniskja" og "Idioten", og viðger filosofiskar spurningar á ein serstakan hátt. Tí er hann og fer hann helst altíð at vera hugtakandi og viðkomandi at lesa, vísa Jón Tyril og Bergur Djurhuus Hansen á.

Tí varpa vit í Nón ljós á menniskja Fjodor Dostojevskij og hansara spennandi persónligu søgu og skaldskap hansara. Vit spyrja; hví Dostojevskij er so vælumtóktur, hvussu skrivihátturin og málið er, og hvørji evnir og spurningar hann viðger.

Lurtið eftir eldhugaða prátinum við Berg Djurhuus Hansen, dekan og lektara í bókmentum á Fróðskaparsetrinum, og Jón Tyril, Dostojevskijfjeppara, og MA lesandi í føroyskum á Setrinum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022