Nón

Tá myndir og orð ganga hond í hond
24-11-2021
Sigandi myndirnar fáa søgurnar at vaksa, og geva orðunum eina aðra dimensjón, halda rithøvundarnir av nýggju bókunum "Reiggjan" og "Langa Lina Langomma"

Sunnudagin var nýggja bókin hjá Rakel Helmsdal "Reiggjan" løgd fram í Norðurlandahúsinum. Rakel hevur bæði skrivað orðini og myndprýtt bókina.

Og um mánaðarskiftið gevur Bókadeild Føroya Lærarafelags barnabókina "Langa Lina Langomma" út, sum Aðalbjørg Linklett hevur skrivað og Annika Øyrabø hevur myndprýtt. Langa Lina Langomma er fyrsta barnabókin, ið Aðalbjørg Linklett hevur skrivað, og snýr hon seg um sambandið millum eina langommu og langommusonin. Aðalbjørg hevur millum annað fingið íblástur til søguna úr egnu familju síni, og lýsir hon m.a. týdningin av sambondunum millum familjulimir, og eitt nú tað at missa.

Bókin "Reiggjan" hjá Rakel Helmsdal snýr seg um tvey børn, tvíburar, sum gera sær eina reiggju, hóast foreldrini ikki vilja tað. Á reiggjuni hava børnini alskyns upplivingar, men at enda skilir lesarin, hví foreldrini ikki vildu lovað børnunum eina reiggju.

Í báðum bókum hava myndirnar ein stóran leiklut. Rakel hevur sjálv myndprýtt, og nýtir ymsar teknikkir, millum annað marinettdukkur, og hevur tilgongdin verið áhugaverd, sigur Rakel.

Anniku Øyrabø myndprýddi eisini barnabókina hjá Dánjali Hoydal "Abbi og eg og abbi", sum fekk barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs herfyri. Myndirnar í Langa Lina Langomma eru tí eisini hondkliptar. Annika Øyrabø hevur millum annað fingið íblástur úr nærumhvørvinum hjá ommu síni í Vestmanna. Eisini hevur hon arbeitt við at gera smáar ábendingar um, hvat fer at henda í søguni: at langomman ein dagin er burtur og kanska er blivin til ein eingil. Annika hevur tí klipt einglar inn í myndirnar ymsa staðnis í bókini, og vónar hon, at hesar smáu ábendingarnar kunnu skapa samrøður millum børn og vaksin um eitt nú deyðan og tað at missa. 

Lurtið eftir samrøðuni við Aðalbjørg Linklett og Rakel Helmsdal har tær greiða frá, hvaðan tær hava fingið íblástur til bøkurnar, hvussu tær hava arbeitt við søgunum, og hvørjar hugsanir liggja handan myndunum.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022