Nón

Swangah í stívari permu
09-12-2021
Í dag kemur bersøgni og grovi rappteksturin frá fyrstu fløguni hjá Swangah út í bók. Afturvið tekstunum eru myndir frá 13 føroyskum listafólkum.

- Vit vilja gjarna geva okkurt aftur til øll tey, sum hava lurtað eftir okkum hesi árini.

Fyrsta útgávan hjá rappbólkinum Swangah, Belials synir, kom út fyri tíggju árum síðan, og í hesum sambandi hevur bólkurin givið út bók við øllum tekstunum umframt myndum.

- Vit hava 10 ára jubileum, Belials synir er okkara fyrsta fløga, so hví ikki feira hana. Vit hoyra, at fólk vilja gjarna hava tekstin, tí tað kann vera ringt at fylgja við og hoyra hvørt orð, tá vit rappa, og tí er tað gott at fáa tað út í bók.

Limirnir í Swangah, Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen og Eyðun Müller Thomsen, vita væl, at hetta eru óvanliga grovir tekstir, sum taka seg ógvusliga út á prenti. Men hóast teir eru vaksnir og hava fingið børn, so tora teir væl at standa inni fyri teimum.

- Um vit ikki gera tað á føroyskum, so finsta tað bara harúti í tonsavís á øðrum máli kortini.

Aftrat tekstunum og myndunum eru eisini heilsanir frá øðrum í bókini.

"Belials synir var tað nossasparkið, sum føroyski tónleikapallurin hevði brúk fyri," skrivar Uni Leitisstein Hansen, tónleikakønur millum annað.

Hoyr samrøðuna við Swangah-dreingirnar her.
 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022