- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Sendingin "Mjadnabørn" lýsir hjartaskerandi søguna hjá tveimum av teimum umleið 40 føroysku børnunum, sum vóru send til Danmarkar til viðgerðar í fyri mjadnasjúku. Men hvat ger tað við eitt barn, at vera tikið frá sínum foreldrum í so ungum aldri. Vit tosa við Dagmar Joensen Næs, dokmentarleikstjóra og Anna Debes Hentze, sálarfrøðing.
Boykottið hjá Leiklistafylkingini av Tjóðpallinum stendur við. Landsstýrismaðurin heldur hetta vera eitt stríð um smáting, og at leiklistafólk skulu gevast at klandrast. Men hvør er støðan? Vit fáa umboð fyri Leiklistafylkingina á gátt. Tað er Gunnvá Zachariassen, sum eisini fær høvi at svara onkrum av tí, sum landsstýrismaðurin førdi fram í Nón síðstu viku.
Hoyr alla sendingina her.