Nón

Loynigentan lýsir loynilig evni
19-01-2022
Tað hevur týdning, at ung tora at tosa um tað, sum er torført at seta orð á. Tað heldur rithøvundurin handan nýggja ungdómsskaldsøgu.

"Loynigentan" er heitið á nýggjari føroyskari ungdómsskaldsøgu, sum kom út um mánaðarskiftið november/desember 2021. 

Tað er Tórunn Karina Henriksen, sum hevur skrivað, og bókin er onnur skaldsøga hennara. Fyrsta skaldsøgan hjá Tórunn, "Månelyset viste vej", kom í 2010. Hon var á donskum. 

"Loynigentan" er serlig á tann hátt, at hon viðger evnir, sum kanska ikki eru so nógv lýst í føroyskum skaldskapi; sjálvmorð, sorg, sálarsjúku, sosialar miðlar og happing og ágang á netinum. 

Karina Henriken leggur seg eftir at skriva sosialrealistiskt, og hon vil við bókini lýsa evnir, sum kunnu vera torfør at tosa um: 

- Tað hevur týdning, at ung fólk ikki kenna skomm, og at tey tora um at tosa um evni, sum eru torfør at seta orð á. Vónandi kann bókin varpa ljós á hetta, sigur Tórunn Karina Henriksen.

Lurtið eftir samrøðuni við Tórunn Karinu Henriksen um nýggju skaldsøgu hennara. 

 

 

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Una Joensen, fíggjarráðgevi, hugleiðir um pengar og tað góða lívið
29-09-2021
- Eg royni at hugsa, at eg skal ikki gera tónleik fyri at passa inn í onkran móta.
27-09-2021
Burðardygt vinnulív, pengar og tað góða lívið
27-09-2021
Posta 150 ár. Teitur við nýggjari fløgu
25-09-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-09-2021
Eftir Klaksvíksvegnum er nýggj fløga eftir Steintór Rasmussen
23-09-2021
Stuttsøgusavnið Kvøl. Eftir Klaksvíksvegnum við Steintór.
23-09-2021
Mamma Búa Dam fekk staðfest alzheimer í 2013. Tað var ein stór sorg og skelkur, men hevur eisini varpað ljós á, hvat hevur týdning í tilveruni, heldur Búi Dam.
21-09-2021
Alzheimerfelagið fyllir 20 ár, og í tí sambandi varpar Nón ljós á demens
20-09-2021
Steinvør Fonn, kórleiðari, og Magni Husgaard, tónleikari og framleiðari, ummæla nýggju løgini hjá Abba
17-09-2021
"Kom bara inn - eg skal ikki gráta" er ein sterkur einrøðuleikur, sum Jógvan Andrias Joensen spælir um seg sjálvan
17-09-2021
Steinvør Fonn og Magni Husgaard og Abba. Jógvan Andrias Joensen og einrøðuleikurin. Høgnatáttur.
17-09-2021