- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
13. februar verður TROM, fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er tikin upp í Føroyum, frumsýnd á Viaplay.
Tá fara vit at kunna síggja Hannis Martinson og aðrar persónar úr bókunum hjá Jógvani Isaksen trína fram á skíggjan í vakra og harðbalna føroyska landslagnum.
Upptøkurnar til sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, vóru lidnar mitt í juni í fjør, og síðani hevur filmstoymið arbeitt við at klippa, gera ljóð og eftirviðgerða filmin.
At sjónvarpsrøðin nú er liðug og klár at sýna, er ein gamal dreymur, sum er vorðin veruleiki, fyri upphavsmannin til røðina Tórfinni Jákupsson.
Hugskotið at gera eina føroyska krimisjónvarpsrøð byrjaði at spíra, tá Torfinnur sum 16 ára gamal arbeiddi á fiskavirkinum í Gøtu, og í einum døgurðasteðgi ímyndaði sær morðið í fyrstu bókini hjá Jógvani Isaksen í livandi myndum.
"Eg havi altíð hildið tað vera spell, at ongin føroysk sjónvarpsrøð er gjørd, og samtundis hevur mær dámað væl bøkurnar hjá Jógvani Isaksen. Í einum døgurðasteðið á fiskavirkinum í Gøtu tosaðu eg og ein vinmaður um at gera eina føroyska krimirøð, og tá eg hugdi út á Støðlafjall rann mær beinavegin í huga fyrsta morðið í fyrstu bókini hjá Jógvani Isaksen. Tað setti gongd á hugskotið um at gera eina føroyska krimisjónvarpsrøð við íblástri úr bókunum hjá honum", sigur Torfinnur Jáksupsson.
Sjónvarpsrøðin er nú liðug, og verður frumsýnd á Viaplay 13. februar.
Kringvarpið hevur ein virknan leiklut í framleiðsluni, og sjónvarpsrøðin verður eisini víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum frá 17. februar og fylgjandi 5 hóskvøldini, og allir partarnir vera eisini lagdir á heimasíðuna hjá KVF.
Lurtið eftir prátinum við Torfinni Jákupsson.